KT-loysnir og vitlíki við støði í tykkara arbeiði

Vit byrja við tørvinum.
Ikki tøknini.

Vit seta okkum inn í tykkara arbeiði og finna saman út av, hvat skal loysast. Síðani finna vit einfaldastu loysnina, ið hóskar.

Byrja við einum práti

Innlitið at velja røttu loysnina, og førleikarnir at byggja hana.

Vit hjálpa fyritøkum og almennum stovnum at síggja, hvat loysir seg at gera, byggja tað, ið krevst, og røkja tað, so tað heldur fram við at virka.

Les meira um tænasturnar
Eyðstein Johannesen, KTR
Hvør stendur aftanfyri

Eg havi leitt fólk, bygt loysnir og borið ábyrgdina.

Eg eiti Eyðstein Johannesen. Í meira enn 25 ár havi eg bygt og rikið tøkni, nógv av tí í føroyskum og grønlendskum telefyritøkum. Tað hevur givið mær bæði strategiskt yvirlit og praktiskan neyvleika.

Soleiðis arbeiða vit.

  1. Greina tørvin

    Vit fáa saman við tykkum greiðu á uppgávuni og krøvunum.

  2. Ráðgeva um møguleikarnar

    Vit greiða frá møguleikum og avleiðingum, so tit kunnu taka eina upplýsta avgerð.

  3. Menna loysnina

    Vit byggja loysnina og fáa hana at virka saman við skipanunum, tit longu brúka.

  4. Reka og røkja

    Vit kunnu eisini taka okkum av dagliga rakstrinum.