Um meg

Eg havi leitt fólk, bygt loysnir og borið ábyrgdina.

Eg eiti Eyðstein Johannesen. Í meira enn 25 ár havi eg bygt og rikið tøkni, nógv av tí í føroyskum og grønlendskum telefyritøkum. Tað hevur givið mær bæði strategiskt yvirlit og praktiskan neyvleika. Eg síggi heildina og skilji tøknina, sum skal fáa hana at virka.

Eyðstein Johannesen, KTR
Eyðstein Johannesen

Hjá Føroya Tele var eg arkitekturin aftan fyri Ver, saman við góðum starvsfeløgum. Við sjálvgreiðslu og einføldum loysnum gjørdu vit tað lættari at vera kundi.

Seinni fekk eg møguleikan at fara til Grønlands og arbeiða víðari við somu hugsan hjá TELE Greenland / TELE-POST. Sum menningarstjóri leiddi eg arbeiðið við at skapa Tusass, við sjálvgreiðslu og einføldum loysnum við kundanum í miðdeplinum. Sum Teledirektør hevði eg ábyrgd av øllum kundavenda partinum av fyritøkuni og stívliga 100 starvsfólkum. Tað, sum byrjaði sum eitt nýtt konsept, gjørdist seinni navnið á øllum samtakinum. Í dag eitur fyritøkan Tusass.

Úr hesum arbeiðinum veit eg, hvat tað krevur at taka stórar avgerðir og fáa tær at virka í gerandisdegnum.

Tað taki eg við mær í hvørja verkætlan: at lurta fyrst, skilja tørvin og síðani byggja loysnir, ið loysa uppgávuna á einfaldasta hátt.