Tænastur

Innlitið at velja røttu loysnina, og førleikarnir at byggja hana.

Tað hevur ongantíð verið skjótari at byggja. Tað torføra er at vita, hvat tað loysir seg at byggja, hvat ein skal lata liggja, og hvar ein skal hyggja. Har byrja vit.

Heimasíður, appir, nethandlar, skipanir og integratiónir. Vit ráðgeva, byggja og reka.

Ráðgeving og menning verða ofta loyst hvør sær. Vit gera bæði í senn. Tí kann ráðgevingin byggjast, og tað, sum verður bygt, tænir endamálinum. Tí dettur einki niðurímillum.

Sama grundregla er galdandi fyri vitlíki. Tað loysir summar uppgávur sera væl, serliga tær, ið endurtaka seg og taka tíð. Til aðrar uppgávur er tað skeiva amboðið. Vit siga tað beint fram, áðrenn tit brúka pengar upp á tað.

Ráðgeving

Finn út av, hvat loysir seg at gera, áðrenn tit brúka pengar.

Dýrastu mistøkini henda ofta, áðrenn arbeiðið av álvara byrjar: skeivur pallur, skeivur veitari ella ein vitlíkisverkætlan, ið ljóðar væl á einum fundi, men ikki heldur í rakstri. Vit hjálpa tykkum at fáa greiðu á, hvat tit eiga at gera, og hvat tit eiga at lata liggja. Viðhvørt er besta ráðgevingin at siga nei.

Bygg

Fá hugskotið at rigga í verki.

Tit hava eina uppgávu, eitt hugskot ella eina tænastu, sum skal rigga betur. Vit byggja tøknina, so hon heldur í dagligari nýtslu hjá starvsfólkum, borgarum og kundum. Ítøkiliga kann tað vera nethandlar, heimasíður, appir, portalar, integratiónir við ERP-skipanir sum Microsoft Business Central og sjálvvirkandi arbeiðsgongdir. Hetta gera vit eisini fyri marknaðardeildir og lýsingarstovur. Tey eiga hugskotið og boðskapin. Vit fáa tøknina aftanfyri at virka.

Reka og røkja

Halda loysnina koyrandi, uttan at verða bundin.

Vit kunnu taka okkum av rakstrinum fyri tykkum, so loysnin heldur fram við at virka. Og vit byggja soleiðis, at tit altíð hava møguleika at skifta veitara, um tit vilja.

Dømi um uppgávur.

Skalering gjørd rætt

Ein vøruskrá við yvir einari millión vørum, sum kann leitast fram upp á eitt eygablikk.

Ein væletableraður nethandil, integreraður við ERP-skipanina hjá kundanum, skuldi víðkast við yvir einari millión vørunummurum. Við teirri støddini broytast reglurnar. Tað, sum riggar væl við nøkrum fáum túsund vørum, kann detta sundur, tá støddin verður so stór. Við so stórari vøruskrá er grundarlagið avgerandi. Við røttum grundarlagi svarar leitingin beinanveg. Við skeivum grundarlagi verður hon tung. Vit bygdu tað á rætta grundarlagið. Leitingin svarar beinanveg, og alt koyrir sjálvvirkandi, uttan at kundin skal hugsa um tað. Tað riggar bara.

Motorurin aftan fyri átakið

Røkkur út til yvir 15.000 kundar, trygt og neyvt.

Ein etablerað fyritøka vildi røkka sínum kundum har, teir nú einaferð hyggja: í innbakkanum, ikki í gamla postkassanum. Hugskotið var teirra. Tað torføra var tøknin undir tí: at fáa tilboð út til meira enn 15.000 fólk, trygt, neyvt og til tíðina. Vit bygdu og reka tann motorin. Hann virkar, júst tá hann skal, so tey kunnu savna seg um tilboðini, ikki tøknina.

Akkurát so nógv, sum tørvur er á

Ofta er einfaldasta loysnin tann besta.

Ein fyritøka við handli og goymslu vildi geva sínum kundum møguleika at bíleggja á netinum. Hetta vóru kundar, ið longu keyptu yvir diskin, hvør við síni avtalu, prísum og treytum.

Tað upplagda svarið var ein vanlig nethandilsskipan. Men tað var ikki rætta svarið her. Ein kundi, ið endurbíleggur somu vørur aftur og aftur, hevur ikki tørv á at leita runt í einum nethandli.

Tí bygdu vit eina einfalda loysn, integreraða við ERP-skipanina hjá kundanum: Rita inn, síggj tykkara egnu prísir og goymslustøðu, endurbílegg, savna fleiri bíleggingar og send. Prísurin á netinum og prísurin í handlinum er altíð tann sami. Einki óneyðugt at læra. Einki bygt, sum ikki var tørvur á.

Kundarnir eru ikki nevndir her. Í einum práti siga vit fegin, hvørjir teir eru, og hvat vit gjørdu fyri teir.